Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester City er vinnari av Community Shield 2019.

Hetta er greitt, eftir at liðið í dag basti Liverpool á Wembley.

Raheem Sterling legði Manchester City á odda 1-0 í 12. minutti, og leingi sá út til, at City fór at stinga av við steypinum eftir vanliga leiktíð.

Men i 77. minutti javnaði Joël Matip fyri teir reyðu 1-1, og hareftir gjørdist neyðugt við brotssparkskapping.

Har City var stinnara liðið.

Liverpool miðvallarin Giorginio Wijnaldum var einasti leikarin, sum brendi frá 11-metrum, og harvið er greitt, at City hevur vunnið Community Shield steypið annað árið á rað.

City hevur nú vunnið fýra steyp í kalendaraárinum 2019: Premier League, FA Cup, League Cup og Community Shield.

City-Liverpool 6-5 (1-1 eftir vanliga leiktíð)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo