Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vinna

Vit keypa meira og meira úr Kina. Men okkurt bendir á, at alt er ikki rætt tá nethandlarnir, hagani keypt verður frá, upplýsa um vøruna, eitt nú virði, fyri skattamyndugleikunum.

Børsen skrivar, at kanningar sum myndugleikar í Danmark hava gjørt vísa, at fjórði hvør pakki úr Kina er fongdur við feilum. Sambært upplýsingunum ganga 9 út av 10 pakkum undir minstavirðið, sum ger, at teir sleppa undan momsinum. Men í 25% av førunum er hetta altso skeivt.

Í Danmark er minstamarkið fyri, nær momsur skal gjalda, 80 krónur. Í Føroyum er minstamark fyri, nær mvg skal gjaldast, 300 krónur.

VP skrivaði í januar í fjør at 7.000 pakkar koma tollfrítt til Føroya um vikuna við vørum, keyptar á netinum, og at talið er sera skótt vaksandi.

Ein stórur partur av vørunum koma úr Kina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo