- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Lesarin skrivar

Tunlarnir norður um fjall, eru at meta við deyðsfellur. Hetta kann ikki góðtakast og tað hevur skund at fáa til vega, nýggjar tunlar.

Málið um tunlarnar norður um fjall, hevur í fleiri umførum, verið og vent í løgtinginum.

Peningur hevur verið settur av á fíggjarlógini og mong føgur orð hava ljóðað.  Men tá avgerðirnar skuldu takast, vórðu onnur øki og aðrir tunlar, raðfestir fremst. Hetta hevur sjálvsagt verið til sera stóra misnøgd fyri tey, ið búleikast norðan fyri fjall. Ikki er løgið at vit, ið her búgva, síggja fyri okkum at vit enn einaferð, verða fyri vanbýti, tá hugt verur eftir raðfestingunum, sum fyriliggja.

Tunlarnir norður um fjall, vóru eitt frambrot í 1967, men eru tað øvugta í 2018, yvir fimti ár seinni. Støðið er undir alt lágmark og harumframt eru teir lívshættisligir. Viðhvørt hoyrist millum manna at trygdin í tunlunum er vánalig. Eg eri samdur, men freistist at leggja afturat at ilt er at fáa eyga á nakra trygd yvirhøvur.

Undirritaði var ein gongutúr, ein góðveðursdag á Viðareiðisvegnum, summarið 2016. Danin, sum hevði leiga sær bil í Havn støðgaði á, fyri at fregnast um matstovu í økinum. Hesin hevði góða tíð og prátið gekk frá bíligum pylsum í Føtex, til ríkisfelagsskap og kongshús. Brádliga spyr fryntligi danin, um vit her norðanfyri, vóru partur av føroyska samfelagnum?

Eg svari ja og undrist yvir spurningin. Hann sigur síðani at hann á túrinum hevði koyrt í gjøgnum fýra tunlar, sum vóru at meta við reint komfort, fyri síðani at renna seg í tvær “kolaminur.” Hann segði seg verða fjálturstungnan og hann hevði óvæntað møtt mótkoyrandi ferðslu og tað vóru ikki “kolvognar.”  

Eftir hetta prátið, stóð eg eftir við einari tómari kenslu.

Ein nýggj, trygg farleið norður um fjall, er ikki ein spurningur um komfort, men er beinleiðis ein  trygdarspurningur. Núverandi tunlar, við øktari ferðslu, eru at meta við deyðsfellur, har ábøtur og lappaloysnir ikki eru nøktandi. 

Bert eitt dømi: 

Suðurgangandi akfør skulu, ífylgi ferðsluskeltingini halda av fyri norðurgangandi akførum, í víkipláss, á teirra høgru síðu. Størri suðurgangandi akfør verða vegna teirra stødd, standandi á koyribreytini, tí víkiplássini eru ov stutt, ov smøl og ov lá, og kunnu tí ikki nýtast til hesi akfør. Hetta merkir at norðurgangandi akfør, sum ífylgi ferðsluskeltunum ikki skulu halda av, tó eru noydd at halda av í víkipláss, á teirra vinstru síðu.

At halda av á vinstru síðu fyri mótkoyrandi ferðslu, er beinleiðis í stríð við ferðslulógina. 

Eitt er at lokal bera ótta fyri at ferðast á farleiðini. Men hvat við teimum, sum ikki ferðast dagliga á farleiðini? Tað er eitt alsamt vaksandi tal av ferðafólki, sum ferðast norður um fjall. Hesi eru ikki so fá í tali, men fleiri túsund, árliga. Sum dømi kunnu nevnast, franski, ella týski ferðamaðurin  sum ætlar sær norður um fjall við perónbili, kanskað eisini við einum viðfestivogni. Hvussu í allari víðu verð, skal hesin vænta sær at koma heilskapaður norður um, eftir at hava møtt lastvogni, bussi ella trailaravogni í tunlunum? Tað er eygsæð at viðkomandi vil fara av aftur landinum, við einari skelkandi uppliving av føroyska infrakervinum.

Almenna lýsingin frá landsverk sum javnan er at síggja á KVF skýggjanum, um hvussu tú eigur at bera teg at, um eldur er í bili inni í tunlinum, kann undir ongum umstøðum nýtast í tunlunum norður um fjall. Ein slík vanlukka vildi verðið katastrofal. Sera trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, vildi verið hjá neyðhjálparliði at komið til vanlukkustaðið, um hesi yvirhøvur høvdu megnað at komið framat.

Tað skal verða mín áheitan til avvarðandi mynduleika og Føroya Løgting, um at nýta álvarsomu brillurnar í hesum máli, tí hetta er sanniliga eitt álvarsmál, sum hevur skund at fáa avgreitt.

Um vanlukka verður fyri, í tunlunum norður um fjall, beri eg ótta fyri at tað kann hava við sær syrgiligar avleiðingar.

Rói Jacobsen
Hvannasund 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo