Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Fleiri avlýsingar eru í dag hjá Strandferðsluni, bæði á bussleiðum og sjóvegis farleiðum:

Leið 410: Vegna veður koyrir leið 410 ikki fyribils. Lýst verður um koyrt verður aftur í dag.

Leið 500, 504 og 506: Vegna veður koyra leið 500, 504 og 506 ikki fyribils. Lýst verður nær koyrt verður aftur.

Leið 700 og 701: Vegna veður koyra leið 700 og 701 ikki í dag.

Leið 58: Vegna veður siglir Ritan ikki í dag.

Leið 56: Vegna veður siglir Sam ikki meir í dag.

Leið 7: Vegna verður er túrurin hjá Smyrli kl. 11:00 av Krambatanga og kl. 13:30 av Havnini avlýstur.

Leið 66: Vegna veður siglir Sildberin ikki fyribils

Leið 60 og 61: Vegna veður verða bert hesir túrarnir silgdir, tað sum eftir er av degnum: Gamlarætt 11:15, Skopun 16:35, Gamlarætt 17:20. Silgt verður ikki út í Hest.

Leið 90: Vegna veður siglir Ternan ikki túrin av Havnini kl. 12.30 og av Havnini kl. 22.

Kelda: SSL kl. 13

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo