Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Vinna

Tað gerst alsamt vanligari, at svik, sum higartil ikki hevur rakt føroyska fyritøkur, nú eisini ger seg galdandi millum føroyskar fyritøkur, skrivar Januar á síni heimasíðu

- Eitt av hesum er, at teldusníkar bróta seg inn á teldupostkassar hjá føroyskum fyritøkum og fáa atgongd til t.d. sendar ella móttiknar fakturar, kontuupplýsingar o.a.

- Síðani senda teir teldupost til fyritøkuna og geva seg út fyri at vera ein av veitarunum. Teir vísa til ein sendan faktura og biðja um at senda peningin til aðra kontu (uttanlands), enn hana, ið er upplýst á fakturanum.

- Telduposturin er meinlíkur einum “vanligum” telduposti frá umrødda veitara. Er talan um útlendskan veitara, er jú ikki nakað illgrunasamt í at fáa áheitan um at senda pening til kontur í útlondum. Tað nýggja er, at nú duga hesir eisini at skriva á føroyskum!

- Dømi eru eisini um mótsatta mannagongd, har snýtt er við gjaldinum fyri sendar fakturar til kundar hjá føroyskum fyritøkum.

- Trupulleikin við følskum teldupostum hevur leingi verið sera vanligur uttanlands og vindur alsamt meira uppá seg. Í Danmark er nógv ráðgeving at finna um, hvussu ansast kann eftir følskum teldpostum. Tvey dømi eru:

- Center for Cybersikkerhed (https://fe-ddis.dk/CFCS/Pages/cfcs.aspx)

- Netkablet (https://www.netkablet.dk/)

- Fyritøkur eiga at vísa størsta varsemi, tá goldið verður til útlendskar kontur. Undir ongum umstøðum eigur at verða rindað eftir teldupostáheitanum, uttan at hava fingið hetta staðfest t.d. við at ringja til rætta viðkomandi, skrivar Januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo