Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Eins og undanfarin ár økti Betri Pensjón um kundaskaran í 2018. Leypandi inngjøldini frá kundunum vuksu á leið 10% í mun til árið fyri. Betri Pensjón styrkir sostatt støðugt sína støðu á marknaðinum.

Betri Pensjón fegnast um, at aftur í 2018 er rakstrarkostnaðurin pr. kunda lækkaður samanborið við undanfarin ár. Hesin kostnaður er lækkaður niður í helvt í mun til 2014. Kundarnir fáa harvið fyrimunin av stórrakstrinum, sum felagið fær, so hvørt tað veksur.

“Sum heild eru vit nøgd við úrslitið. Vit megnaðu aftur í 2018 at lækka rakstrarkostnaðin av felagnum,” sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Aftaná nógv ár við góðum avkasti, gav 2018 eitt hall hjá kundunum í Betri Pensjón. 2018 var eitt avbjóðandi ár fyri flest øll pensjónsfeløg í heiminum, og hetta komst fyrst og fremst av, at virðisbrævamarknaðirnir stóðu seg illa – serliga í desember. Tað mista varð tó longu vunnið inn aftur í januar 2019, og gongdin síðani tá hevur eisini verið sera góð.

“2018 var eitt ár, har nógv órógv var á virðisbrævamarknaðinum, so tí eru vit sum heild nøgd við úrslitið. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar í 2019 hevur verið sera góð, so tapið, sum kundar okkara høvdu í 2018, eru longu vunnið aftur og reiðiliga tað,” sigur Helgi L. Petersen.

Árið í stuttum

• Ársúrslitið: 2,0 mió. kr.
• Solvensdekningur: 257,7%
• Rakstrarkostnaður pr. kunda: 645 kr.
• Tryggingargjøld tilsamans: 145,6 mió. kr.
• Samansparing hjá kundum: 1.168,7 mió. kr.
• Eginognin: 71,5 mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo