Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Byggistig 2 úti á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um einar fjúrtan dagar, har 45 nýggj grundøki verða byggiklár. Næsta stig at útvega vanlig grundøki til sethús er Miðhorn. Norðasta Horn er hægsti býlingur í landinum, 165 m yvir sjóvarmálanum. Økið niðanfyri Norðasta Horn kallast Miðhorn.

Talan er um eitt rættiliga stórt øki, sum ikki er skipað enn. Økið er uml 30.000 fermetrar og liggur óbygt millum býlingarnar. At byggja á økið verður við til at binda býlingarnar á Norðasta Horni og millum Horna saman.

Ætlanin er at gera útstykking til sethús á økinum. Kommunan fer nú undir at gera skipanaruppskot at lýsa, hvussu nógv grundstykki rúmast á økinum, og hvussu atkoma, parkering og fríøki skulu skipast. Pláss kann verða fyri millum 30 og 40 grundstykkjum, neyva talið sæst, tá økið er endaliga skipað.

Almenna byggisamtyktin skal broytast fyri økið, soleiðis at økið verður fevnt av ásetingunum fyri A1 øki. Helst skal serstøk byggisamtykt somuleiðis gerast fyri økið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo