Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Krutl

Eftir ætlan fara fleiri smáflogfør at lenda í Vágum 24. juni. Flogførini eru við í kappingini "Greenland Air Trophy". Flogførini fara á flog úr Skotlandi 24. juni og kappingin varar til 30. juni, alt eftir hvussu umstøðurnar eru, siga fyriskipararnir.

Flogførini lenda í Vágum fyri at bunkra áðrenn tey halda leiðina fram til Grønlands, har tey skulu seta seg á ymsum fjarskotnum og illa atkomuligum flogvøllum.

Flogførini koma úr Belgia, Frankaríki, Niðurlondum, Íslandi, Rumenia, Sveits og Stórabretlandi.

Tað er felagsskapurin VintageAirRally sum skipar fyri kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo