Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Krutl

Í gjárkvøldið greiddi Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard frá lívi sínum í Baresso í SMS, og áhugin var stórur - eini 250 fólk møttu til tiltakið.

Gunnvør bleiv av fyrstum kend í Føroyum og Danmark, tá hon arbeiddi sum modell og kom saman við Oliver Bjerrehus, og nú sum ein av kvinnunum í reality sendingini á TV3, Forsidefruerne, sum er mest sædda sending á Viaplay.

Í fjør gav hon eisini út bókina ’Højt at flyve – ej at falde’ saman við Mette Holm, sálarfrøðingi.

Eftir framløguna signeraði Gunnvør bøkur í Rit & Rák.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo