Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið var 50.778 tann 1. apríl. Tað vaks við 789 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. apríl 2017 – 1. apríl 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 213 og nettotilflyting á 576. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 85, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 144.

Síðsta ársfjórðingin hevur verið serliga stór tilflyting av mannfólki. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør vaks nettotilflytingin av mannfólki úr 69 upp í 176, meðan nettotilflytingin av konufólki bert vaks við einum, úr 63 í 64.

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Størsti vøksturin lutfalsliga var í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Sjóvar kommunu við 56 fólkum ella 5,7%.

Veksur skjótast í Eysturoy – minkar í Sandoy
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum uttan í Sandoy. Lutfalsliga er nógv størsti vøksturin í Eysturoy, og hóast fólkatalið er næstan tað dupulta í Tórshavnarøkinum, so er vøksturin í tali næstan líka stórur í Eysturoy sum í Tórshavnarøkinum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu við 2,3% er størsti lutfalsliga vøksturin í Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið við 1,8%.  Síðan kemur Norðoya sýsla við 1,7%, og Vága sýsla og Tórshavnarøkið við 1,5% hvør – eitt vet undir landsmiðal á 1,6%. So er eitt lop niður til Suðuroy við 0,5%, tað eru 22 fólk,  og beinleiðis minking er í Sandoyar sýslu við 1,1%, tað eru 14 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo