Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Fleyr vann FK-Cup fyri viku síðan. Tað var fyrsta steypakappingin á árininum, og gav hon tí nakrar ábendingar um støðuna hjá liðunum. Og ikki kann sigast annað, enn at Fleyr í fyrsta landskappingardystinum í Gundadalshøllini í kvøld undirstrikaði, at tær ætla sær at vera í gullstríðnum í Eik-liguni hjá kvinnum.

Javnur dysur
Mótstøðuliðið í kvøld hjá Fleyr var KÍF, ið á liðnum hevur nakrar gamlar kenningar úr Fleyr. Talan er um miðblokkarnar Sóleyð Poulsen og Biritu Joensen, sum í kvøld vóru eyðsýndar á KÍF-liðnum umframt Hannu A. Olsen, sum er uppvaksin í Fleyr. Og hóast úrslitið gjørdist á pappírinum greiður sigur til Fleyr, so var dysturin javnur undantikið 3. sett og bylgjaði aftur og fram.

Fyrsta settið var merkt av, at liðini fingu rættiliga nógv stig á gangin. Tí var munurin til tíðir stórur og Ímóti endanum kom KÍF sterkt aftur og vann næstan leiðsluna hjá Fleyr inn aftur. Anna Sára Skaalum hjá Fleyr setti tá tvær avgerandi servur inn, og Fleyr vann settið.

KÍF kann iðra seg
2. sett átti KÍF at tikið, tí tær vóru mitt í settinum frammanfyri  14-8 og seinni 20-15, men tá fór Anja Danielsen í Fleyr, sum mest er kend fyri hørðu smashini, aftur at serva, og hon gavst ikki, fyrr enn Fleyr hevði vunnið seg fram um 23-21. Fleyr vann at enda settið 25-23, og henda kvøkkin kom KÍF ikki rættiliga yvir, tí í triðja setti vóru tær bara við í byranini, tá ið tær komu framum 4-0. Eftir hetta fór Fleyr avstað við fullari ferð og blásti KÍF av vøllinum. KÍF bæði átti og skuldi havt tikið hetta settið, men tá ið tær ikki megnaðu at binda fyri, mistu tær flogið.

Dysturin varð í longum løtum væl spældur. Ein dystur millum tvey lið, ið tora at leypa á við fullari styrki og spæla góðan álopsflogbólt. Hjá KÍF manglar móttøkuspælið nakað, og liðið missir ov nógvar bóltar á rað í hvørjum setti. Tá ið tað kemur upp á pláss, verður liðið ein stórur biti hjá hvørjum tað skal vera. 

Fleyr kann gleða seg um perfektu byrjanina og hevur higartil víst, at tær verða drúgvar hetta kappingarárið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo