Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Neyðugt er at rættleiða útsøgn í miðlunum, har politikari blandar saman tveir ymiskar elorkupartar. SEV hevur longu gjørt vart við sjóvarfalsmøguleikarnar í Haraldssundi, men tað hevur einki við ein botnkaðal millum Eysturoynna og Borðoynna at gera.

Fløkja kom í vikuni í eitt kjak um elorku, sjóvarfall, og hvørt byrgingin um Haraldssund skal latast uppaftur fyri at fáa sjóvarfalsturbinur at hanga í einari brúgv um sundið.

Sera góðir tankar, sum SEV longu hevur gjørt vart við, um brúgv verður gjørd um Haraldssund. Hesi viðurskifti eru nú sett fram í einum fyrispurningi, sum løgtingsfólkini, Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð, hava sett landsstýrisfólkunum í ávikvist samferðslumálum og orkumálum, Henriki Old og Sirið Stenberg.

Í greinini áí miðlunum vísir Óluva Klettskarð á, ”at í hesum døgum fyrireikar Bakkafrost arbeiðið at gera eina stóra smoltstøð beint við byrgingina um Haraldssund. Hon sigur, at ein so stór smoltstøð krevur ógvuliga nógva orku, og sum skilst er ætlanin hjá SEV at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoynna, fyri at útvega virkinum orku.

- Tað tykist burturvið, og sum at fara yvir um ánna eftir vatni, heldur hon.”

Neyðugt er at rættleiða Óluvu Klettskarð í hesum máli, tí hon blandar tvey ymisk elorkuøki saman.

Sjóvarfalsturbinur í Haraldssundi, høvdu bert verið ein partur av elframleiðsluni, um henda verkætlanin gjørdist veruleiki. Tøknin er tó ikki ment nóg nógv enn til, at SEV kann fara undir burðardygga elframleiðslu úr sjóvarfalli. Sjálvt um tøknin var komin so mikið langt, at hetta læt seg gera í dag, so hevði sjóvarfalsorkan í Haraldssundi ligið still, tá í einki sjóvarfall er. Tað merkir, at so hevði smoltstøðin ikki kunnað dúvað á elorku frá sjóvarfalsturbinum í Haraldssundi, tá ið kyrrindi vóru.

Og tað er júst tí, tað er so neyðugt at binda alt føroyska elnetið saman, so vit kunnu styrkja netið um alt landið og harvið flyta elorkuna kring landið frá teimum orkukeldum, sum eru virknar ta givnu løtuna. Kaðalin ímillum Eysturoynna og Borðoynna er liður í hesum netvirksemi, og hesin kaðalin kemur – sum partur av miðvísum netútbyggingum – sjálvandi bæði smoltstøðini hjá Bakkafrost í Haraldssundi og øllum Norðoyggjum til góðar.  

Steinbjørn O. Jacobsen
nevndarlimur í SEV- umboðandi Norðoyggjar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo