Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Krutl

Í 2005 blakaði níggju ára gamla Dagny Lilja Arnadóttir ein fløskupost á sjógv í Akureyri. Nú er hann funnin í Noregi, skrivar Icenews.

Konan, sum fann fløskupostin, fann Dagny á Facebook og sendi henni eina mynd av honum.

- Fyrst ánaði eg ikki, hvat hetta var. Eg hevði púra gloymt alt um tað, fortelur Dagny Lilja.

Fløskupostar hava stóran áhuga í Íslandi. Fyrr í ár skipaði ein barnasending í íslendska sjónvarpinum fyri at kasta tveir slíkar úr eini tyrlu nakað uttanfyri Reykjavík. Fløskupostarnir hava GPS útgerð, so teir kunnu fylgjast á netinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo