Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Flogbørn - fyri skúlar í Føroyum er ársins ítróttaátak 2018.

Hetta varð kunngjørt á hátíðarløtu í Smæruni fyri løtu síðan.

Súkklarin Torkil Veyhe gjørdist ársins ítróttanavn, meðan Peter Hentze Niclasen fekk heiðurskjal Poul E. Petersens. Hetta fekk hann fyri sítt drúgva arbeiði innan borðtennis í Føroyum.

Heiðurskjal Poul E. Petersens verður latið einum persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðursskjalið er, at viðkomandi hevur tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið.

Saman við heiðursskjali fáa tey kosnu eisini eina peningaupphædd á 10.000 krónur.

Endamálið við hesum átakinum er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum, sigur ÍSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo