Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Innlendis ítróttur

Leygardagin 18. mars 2017 bjóða FBF og KÍF til óalmenna FM kapping fyri flogbørnum

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3

Eftir ætlan er skráin hendan

kl 12.00 - flogbørn level 0 & 1
kl 14.15 - flogbørn level 2
kl 16.00 - flogbørn level 3

Dystarskráin verður løgd soleiðis at TB klárar bæði norð og suður sama dag

Til kappingina skulu hesi aldursmørkini haldast

Flogbørn level 0 - 1. flokkur og yngri

Flogbørn level 1 - 2. flokkur og yngri

Flogbørn level 2 - 3. flokkur og yngri

Flogbørn level 3 - 4. flokkur og yngri

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Vinnandi liðini fáa steyp, øll liðini fáa heiðursmerkir.

Kappingin er ókeypis.

Tilmelding á flogboltur@kif.fo í seinasta lagi fríggjadagin 10. mars 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo