Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Meistaradeild kvinnur: Í morgin verður avgjørt, hvørji lið koma í FM-finaluna hjá kvinnunum.

Støðan í toppinum hjá kvinnum er sera jøvn undan seinasta umfarinum. Dráttur hevur 42 stig eins og SÍ, meðan Fleyr hevur 40 stig.

Leygardagin møtast SÍ og Fleyr í Sørvági. Vinnur SÍ 2 sett í hesum dystinum, so hava tær tryggjað sær finaluplássið, men um dysturin endar 3-0 ella 3-1 til Fleyr, so er tað Fleyr, sum fer víðari.

Dráttur skal spæla ímóti TB á Giljanesi, og um Dráttur tapir 3-0 og Fleyr vinnur 3-2 á SÍ, so verður tað Dráttur, sum endar á triðja plássi, og sostatt ikki kemur í finaluna.

Dystirnir eru hesir:

Kvinnudeildin:
frí 18-03-2016 ÍF TB Kambsdalur 19.30
ley 19-03-2016 Dráttur TB Giljanes 16.30
ley 19-03-2016 Fleyr Sørvágur 16,30
ley 19-03-2016 KÍF Mjølnir Kollafjørður 14,00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo