Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Mansliðið hjá Fleyr skal í kvøld á fyrsta sinni royna seg á nýggja heimavøllinum, sum framyvir verður Stórhøllin á Hálsi.

Fleyr hevur síðani Gundadalshøllin varð bygd í byrjanini av 80-unum spæl sínar dystir í Gundadalshøllini, men hetta er søga nú, eftir at høllin nú er liðugt umbygd.

Fyrsta mótstøðuliðið, sum kemur at royna seg í nýggju høllini ÍF, sum í løtuni liggur á 1. plássi við 33 stigum, meðan Fleyr hevur 21 stig. Men Fleyr kappast við Mjølnir, sum hevur 25 stig.

Hetta verður sosatt næstan ein finala um at vinna sær annað plássið í FM-finaluni.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20,00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo