Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Um vikuskiftið verða FM-finalurnar fyri yngru liðini í Trongisvági. Íalt verða 8 finalur spældar, og eru íalt 4 feløg umboðaði.

Liðini hava kappast siðani september ymsastaðni runt landið, og bæði tey fremstu liðini hava spælt seg í finalurnar.

Flogbóltssamband Føroya skipar fyri finalunum í samstarvi við TB, sum stendur fyri stórsta partinum av fyrireikingini - herundir at leggja á Taraflex-gólvið í høllini - soleiðis at umstøðurnar verða á altjóða støði, fyri hesar ungu framtíðar flogbóltsleikararnar.

Í sambandi við kappingina verður eisini skipað fyri stórum matartilboði í matarhøllini.

Liðini í ár eru hesi og spælt verður soleiðis:


Fríggjakvøld 11. mars:   

Kl. 16.00         D14            Fleyr - SÍ
Kl. 17.15            MU             SÍ - Fleyr 
Kl. 18.45         G14          
TB – SÍ


Leygardag 12. mars:
Kl. 10.00         D12         
SÍ  - Fleyr

Kl. 10.45         G12             TB - SÍ
Kl. 11.30            D16             SÍ – Fleyr

Kl. 13.30            G16            TB - SÌ

Kl. 15.45           KVU            Fleyr - Mjølnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo