Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Aftast frá vinstru: Súsanna Ludvig, Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Magnhild Jacobsen, Bettieyð Ellingagaard, Rannvá Henriksen, Anna Gøthe Magnusdóttir. Fremst frá vinstru: Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Bolstad Mortensen, Maria Gøthe Magnusdóttir, Hanna Iansdóttir Biskopstø, Kristina Ø. Knudsen.

SÍ – Fleyr 1 - 3 (25-22, 17-25, 17-25, 23-25)

So er tíggjunda finalan farin afturum, men tað gjørdist Fleyr, sum vann hesa 3-1 á SÍ, og harvið vann Fleyr sítt næsta FM-heitið í ár. Tað vil siga, at Fleyr hevur vunnið báðar unglingadeildirnar.

Bestu leikarar:

SÍ: Inga Helena Henriksen

Fleyr: Kristina Ø. Knudsen

Tøkk til TB
Undir steypahandanini takkaði Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya, TB fyri eitt sera væl úr hondum greitt finalutiltak í Trongisvági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo