Í dag verða føroyameistararnir í flogbólti funnir, tá seinnu FM-finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi í Havn.
Kl. 13.30 verður mansfinalan millum SÍ og Fleyr. Fyrra finalan Skírhósdag endaði við einum sigri til SÍ upp á 3-1. (18-25,25-14,25-22 og 25-19).
Kl. 15.30 verður kvinnufinalan millum Dráttur og Fleyr. Fleyr vann fyrru finaluna 1-3 (20-25,10-25,25-13 og 13-25).
Gylta settið
Um mansliðið hjá Fleyr ella kvinnuliðið hjá Drátti vinna finalurnar í dag, verður leitk eitt Gylt sett, sum so avgerð FM-heitið.
Spælt verður upp í 15, men tó skulu verða 2 stig á muni. Vinnarin av settinum er Føroyameistari 2015/16.
Beinleiðis stroyming
Dystirnir verða stroymaðir hjá Kringvarpi Føroya: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo