Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Vágatíðindi

SÍ á Facebook: Finalan í Trongisvági í dag var lokaluppgerð millum SÍ og Drátt, har SÍ vann sína áttandu finalu av átta í Trongisvági.

Í fyrsta setti gekk javnt á, men SÍ dróg frá í endanum og vann 25-22. Í 2. var líka javnt, men nú var tað Dráttur, sum vann 25-23.

3. og avgerandi settið var javnt at byrja vIð. Mongu Sí-áskoðarnir fingu høllina at kóka og SÍ-gentirnar takkaðu við at vinna 15-9 og kunnu nú kallað seg Føroyameistarar.

Sí hevur vunnið 8 av 8 FM-finalum í vikuskiftinun.

Venjarin yvir øllum, Rajko Petrovic, frøddist stórliga um áttanda FM-heitið, har dóttir hansara, Andrea Petruvic, var kosin besti SÍ-leikari hjá gentum 12.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo