Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

So er klárt til FM-finalurnar á Halsi í dag, tá fyrsta umfar av finalunum verður leikt.

SÍ og Fleyr hjá monnum hava í landskappingini leikt 4 dystir ímóti hvørjum øðrum, og av hesum hevur SÍ vunnið allar. Úrslitini hava verið 3-1, 3-2 og so tveir 3-0.

Dystirnir hjá kvinnunum millum Drátt og Fleyr – tríggir í tali - eru endaðir við sigri til Drátt í øllum dystunum, men eingin er endaður 3-0, men hava verið meira javnir og eru endaðir soleiðis: 3-2, 3-1 og 3-1.

Kringvarpið stroymar finalurnar beinleiðsi og leinkjan til stroymingina: trýst her

Finalurnar verða leiktar soleiðis um páskirnar:

Skírhósdag 24. mars:

15,00

Menn

Fleyr

17,00

Kvinnur

Dráttur

Fleyr

Leygardagur 26. mars:

13,30

Menn

Fleyr

15,30

Kvinnur

Dráttur

Fleyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo