Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Innlendis ítróttur

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.

Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV.

Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 – hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.

Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.

Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:

Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ

Miðleikarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr

Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir

Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF

Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo