Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Landsliðsvenjararnir Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu hava úttikið ein bruttohóp upp á 22 persónar, sum skal venja fram ímóti VM/EM-kappingini, sum verður í Luksemborg í døgunum 12. - 16. mai.

Bruttohópurin er ikki endaligur.

Liðini í bólkinum eru Føroyar, Luxembourg og Norðurírland.

Fyri at koma víðari til endaumfarið, sum verður í Íslandi í 2017, krevst, at liðið í minsta lagi endar sum nr. 2 í bólkinum í kappingini í Luxembourg.

Leikararnir eru hesir:

ÍF:
Bárður Jacobsen
Hjørtur Sólstein
Brian Poulsen
Rúni Weihe
Bartal Eliasen
 
SÍ:
Suni Juul Pedersen
Oskar í Haraldstovu Weihe
Jón Joensen
Niels Erik Egholm Anderson
Kasper Lorenzen
Rúni Christiansen
 
Fleyr:
Rói Hentze
Rasmus Potts
Jóhan Arni Eliasson Wang
Bergur Rask Olsen
Niels Niclasen
 
Mjølnir:

Steffan Rosenlund Olsen
 
Ternan:

Trygvi Hansen
Jann Julin Benjaminsen
 
Randers:
Thorvald Danielsen
 
Amager VK:
Bjarki Enni
Bogi Midjord 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo