Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Innlendis ítróttur

Dávið Hentze og Julian Vest Niclasen, sum vóru kosnir bestu leikararnir til FM-finalurnar hjá D 16 seinasta ár eru við U-17 landsliðnum

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið U 17 landsliðið, sum skal verða við í Evropeiskari kapping í Ikast í Danmark í døgunum 15. til 20. Oktober. Liðið fer av landinum sunnudagin við Atlantic Airways.

Hini londini í kappingini eru Danmark, Norra, Ongland, Svøríki, Finland, og Ísland.

Leikararnir eru:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen
Liðleiðari: Jónley Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo