List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum.

Kvinnunar eru býttar í tveir bólkar við hesum liðum, sum er bólkaði í mun til úrslitið av steypakappingini undanfarna ár.

Í bólki 1 eru 4 lið: TB, SÍ, Dráttur og Ternan, sum dagliga ikki leigar í meistardeildini. Í bólki 2 eru hesi lið: Fleyr, KÍF og Mjølnir.

Dystirnir komandi vikuskiftið í kvinnudeildini eru hesir:

Leygardagin 2. desember    kl. 15,15     SÍ - Ternan    Sørvágur
Leygardagin 2. desember    kl. 13,00    KÍF - Mjølnir    Kollafjørður
Sunnudagur 3. desember    Kl. 14,30    TB - Dráttur    Trongisvágur

Meistaradeild menn:
Í bólki 1 hjá monnunum eru Fleyr, Mjølnir, TB, og SÍ b.

TB og SÍ b leika vanliga ikki í meistaradeildini. Í bólki II eru SÍ, ÍF og Fleyr b, sum vanliga ikki leikar í meistaradeildini.

Dystirnir hetta vikuskiftið eru hesir:

Leygardagin 2. desember    kl. 13,00    TB - SÍ b    Trongisvágur
Leygardagin 2. desember    kl. 17,15    SÍ - ÍF    Sørvágur
Sunnudagur 3. desember    Kl. 15,00    Fleyr a - Mjølnir    Gundadalshøllin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo