Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Sofía Purkhús, Ársins flogbóltsleikari í Danmark, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Jastrid Jacobsen kunnu í kvøld tryggja sær bronsumerkini í donsku landskappingini, tá liðið hjá teimum Amager VK, skal spæla seinastu bronsufinaluna ímóti Lyngby.

Amager vann fyrra dystin 3-2. Stendur á jøvnum eftir næsta dystin í kvøld, so verður leikt eitt Gylt sett upp í 25.

Seinast í komandi viku koma føroyingarnir heim at venja við føroysku landsliðsleikarunum, sum liður í fyrireikingunum til VM/EM undankappingina, sum verður í Havn í døgunum 22. til 26. mai. í ár.

Dysturin verður stroymaður beinleiðis kl. 18,00 í kvøld her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo