Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Nógv verður gjørt fyri at fáa tær ymisku ítróttargreinarnar fram í ljósið. Seinasta nýggja er at farið er miðvíst undir at marknaðarføra kavaflogbólt.

Eitt av endamálunum er nokk eisini at fáa hesa ítróttargreinina við í Vetrar OL í framtíðini.

Niðanfyri er ein filmur frá einum dysti og ein samrøða við prins Albert II úr Monaco, sum tosar um kavaflogbóltin.

Hetta frábrigdi av flogbólti er ikki roynt í Føroyum enn, man møguleikin er her til tíðir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo