Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Sunnukvøldið komu U 17 landsliðini hjá kvinnum og monnum til Billund beineliðis við Atlantic Airways. Liðini skulu í døgunum 17. til 20. oktober verða við í altjóða kapping í Ikast, sum er millum Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland, Ongland og Føroyar.

Føroysku U 17 kvinnunar spæla fyrsta dystin í mánakvøldið kl. 19,00 føroyska tíð ímóti Onglandi, meðan U 17 menninir spæla somu tíð ímóti Noreg.

Báðir dystirnir verða stroymaðir – hvar hetta kann síggjast, verður upplýst í morgin á facbook-síðuni hjá Flogbóltssambandinum.

Venjarar hjá U 17 kvinnunum eru Magnus Tausen og Hans Simonsen, meðan Kristian Mikkelsen og Jan Hentze eru venjarar hjá U -17 monnunum.

U 17 kvinnurnar:

Dráttur:
Petra Sunadóttrir Hansen

Fleyr:
Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen

SÍ:
Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir

Mjølnir:
Joan Marstein

ÍF:
Frígerð H. Hansen

TB:
Sára Maria Johansen

KÍF:
Elsa Samuelsen

U 17 menninir:

SÍ:
Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe og Hjørtur Joensen.

Fleyr:
Jónfinnur Hansen, Dávið Hentze og Gilli Samuelsen.

TB:
Niklas Djurhuus og Bárður Dimon.

ÍF:
Ingálvur Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo