Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

U20 landsliðið í flogbólti hjá monnum fer í dag av landinum til Kýpros.

Hetta er fyrstu ferð, at Flogbóltsamband Føroya hevur teknað lið til EM-kappingina fyri U20 landslið. Kappingin verður í døgunum frá 1. - 3. apríl.

Føroyska liðið leikar sín fyrsta dyst fríggjadagin ímóti Norðurírlandi

Hini liðini í bólkinum eru: Kýpros, Skotland, Luksemborg, San Mariono og Norðurírland.

Teir 12, sum eru úttiknir eru:
Hjørtur Sólstein, IF
Gudmundur Vestergaard Larsen, TB
Bárður Dimon, TB
Uni Jacobsen, Fleyr
Ingálvur Eyðunsson Olsen, ÍF
Tróndur Høgnason Hansen, ÍF
Julian Vest Niclasen, SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oskar í Haraldstovu Weihe, SÍ
Dávid Hentze, Fleyr
Niklas Djurhuus Olsen, TB
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ

Venjarar eru Suni Hansen og Otto L. Gram

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo