Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Eftir seinastu landsliðsvenjingina mikukvøldið 5. oktober er føroyska U17 kvinnulandsliðið endaliga úttikið.

18 leikarar dystaðust nú til endans um tey 12 plássini. Hesir 12 leikararnir umboða 7 flogbóltsfeløg.

Úttiknar eru:

Dráttur: Petra Sunadóttrir Hansen

Fleyr: Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen

SÍ: Tórunn Kruse, Inga Helena Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir

Mjølnir: Joan Marstein

ÍF: Frígerð H. Hansen

TB: Sára Maria Johansen

KÍF: Elsa Samuelsen

Føroyska U17 landsliðið skal dystast í Nevza-kappingini, sum er ein víðkað Norðurlendss kapping fyri U17 og U19 landslið.

Kappingin verður í Ikast frá 17. - 20. oktober. Ferðalagið fer av landinum 16. oktober og er aftur í Føroyum 21. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo