Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

FBF: Um vikuskiftið skipar Flogbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen (Hassan) frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa.

Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.

Tað er sera stór undirtøka fyri skeiðnum og umleið 50 fólk hava teknað luttøku úr øllum feløgunum í Føroyum.

Ynski hjá FBF er sjálvandi, at fáa eina góða lands- og steypakapping, eisini hvat viðvíkur dømingini.

Skeiðið verður hildið í Ítróttarhøllini í Kollafirði.

Skráin:

Fríggjadagin 5. oktober: 
kl. 18 - 22   Teori

Leygardagin 6. oktober:
Kl. 10 - 11 Kunning um døming
Kl. 11 - 18 Døming

Í sambandi við dømingina leygardagin, hevur Flogbóltssambandið samlað øll 6 ungdómslandsliðini hjá gentum og dreingum til venjingar í Kollafirði, har tey fara at leika ymiskar venjingardystir, soleiðis at dómararnir fáa nakrar praktiskar royndir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo