Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

So fór takið av høllini í Trongisvági - næstan!

Við fullari høll av áskoðarum vunnu TB gentur 16 í dag ein uppiborðnan sigur á SÍ – og rómurin var stórur. TB-liðið tapti fyri góðum mánaða síðani steypafinaluna ímóti SÍ, men Kristin Michelsen, sum tá handaði steypið segði, at á Tvøroyri skuldu teir geva SÍ skarpan gang.

Og Kristin fekk rætt!

TB kom best frá byrjan, og vann fyrsta settið 25 – 21, men í næsta settinum gjørdist úrslitið tað umvenda, og SÍ vann uppiborðið 25-18.

Men so setti TB allar kreftir inn í dystin og vann triðja settið so nógv sum 25-8, og nú varð roknað við, at SÍ var liðugt.

Men so var ikki.

4. settið gjørdis sera spennandi. Móti endanum var SÍ á odda 23-22, eftir at SÍ hevði verið omaná so at siga allan dystin.

Og Julia Mortensen gjørdi munin til seinast í fjórða setti – við trimum sera skørpum og góðum servum, hevði hon stóran part í, at sigurin kom í hús í hesum settinum – sera væl servað – og uttan av verða ávirkað av stóru áskoðarafjøldini og rungandi tónleikinum – TB vann settið 25 – 23 og TB gjørdist Føroyameistari í 2016..

Heiðurmerki og steyp vóru handaði av Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo