Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Eitt týskt flogfar við 273 ferðafólkum mátti í gjár trygdarlenda á griksku frítíðaroynni Kreta av eini bumbuhóttan, sum var funnin á einum av vesunum.

Týska Condor Airlines-flogfarið var á veg úr Egyptalandi til Týsklands.

Tað var eitt av ferðafólkunum sum fann bumbuhóttanina.

Einki var tó funnið umborð á flogfarinum, upplýsur ein talsmaður hjá Condor Airlines.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo