At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Krutl

Flogfarið, sum verður kallað «Jumbojet» og «The Queen of the Skies», fylti í gjár 50 ár.

Í 1969 fleyg eitt Boeing 747 flogfar sín fyrsta túr. Tað var tann 9. februar 1969.

Í USA verður Boeing 747-flogfarið ikki brúkt til ferðafólk. Tann seinasta flogtúrin við ferðafólki gjørdi Delta Airlines í november 2017.

Men tað eru tó onnur flogfeløg sum brúka flogfarið. British Airways, Virgin Atlantic, Thai Airways, KLM, Qantas og Lufthansa hava øll ein flota av 747-arum.

Boeing ger ikki fleiri ferðafólkaflogfør av hesum slagnum, men bara 747-arar til farmaflutnings.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo