Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Henda heldur sjáldsama hendingin fór fram umborð á einum EasyJet-flogfari sum skuldi flúgva úr Manchester til Alicante.

Tá ið fráferðin nærkaðist, so manglaði nakað sera týðandi - nevniliga flogskiparin.

Og hetta hoyrdi nýútlærdi flogskiparin Michael Bradley, sum eisini var umborð á flogfarinum.

Tað skriva fleiri miðlar, harímillum The Independent og Washington Post.

Bradley starvaðist hjá flogfelagnum, og bjóðaði seg tí fram.

Í eini video frá hendingini sum er løgd út á Facebook av ferðafólkinum Michelle Hannah Potts, sæst Bradley tosa við ferðafólkini í flogfarinum.

– Eg vil fegin sleppa í feriu, so um tykkum tørvar mína tænastu, so eri eg klárur, sigur Bradley.

Sí video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo