Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Í Samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum var handað í gjár, er eisini eitt brot um afturvendandi flogvøllin á Glyvursnesi.

Har stendur soleiðis at lesa:

Orðaskiftið um flogvallaviðurskifti og harvið nýggjan flogvøll er fleiri áratíggju gamalt. Kanningar av vind- og turbolensviðurskiftum eru gjørdar á tveimum støðum, har tað er møguligt at leggja ein nýggjan flogvøll. Viðurskiftini í Søltuvík á Sandoynni og á Glyvursnesi eru kannaði. Eisini er líknandi kanning gjørd við verandi flogvøll í Vágum. Í 2018 fóru 377.813 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, sum er ein vøkstur á 85 % síðani 2011.

Farið var undir at leingja flogvøllin í Vágum í 2010, og lat hetta upp fyri fleiri nýggjum møguleikum hjá føroyska flogfelagnum. Bert fýra mánaðir eftir, at flogvøllurin stóð liðugur, lendi fyrsta Airbus A319 flogfarið í Vágum í mars mánað 2012. Nýggj flogfør komu til og bøttu tey munandi um bæði rutunetið og reglusemið til og úr Føroyum. Atlantic Airways var fyrsta flogfelag í Evropa at brúka nýggju og framkomnu navigatiónstøknina, RNP AR 0.1.

MØGULIGAR LOYSNIR
Vind- og turbulensmátingarnar vísa, at fyri hesi viðurskifti fer reglusemið fyri flogferðslu at verða best á Glyvursnesi. Reglusemi merkir, at færri avlýsingar og seinkingar eru í flogferðsluni.

Kanningarnar vísa, at tað er lítil og eingin turbulensur á Glyvursnesi. Innflúgvingarviðurskiftini og møguleikin at gera longri vøll, gera, at mett verður, at besta plássið at leggja ein nýggjan flogvøll er á Glyvursnesi. Har er møguleiki at gera flogvøll, sum er longri enn 2.700 m.

Verandi flogvøllur í Vágum er 1.799 metrar. Ein longri flogvøllur við betri innflúgvingarviðurskiftum ber í sær, at størri og tyngri flogfør kunnu nýta vøllin. Vegurin til flogvøllin verður bundin í landsvegin í Havnardali, har 2. partur av Innkomuvegnum endar. Tá verður møguligt at koyra frá Kaldbaksvegnum/ Eysturoyartunlinum, eftir Innkomuvegnum og út á flogvøllin á Glyvursnesi við 80 km/t.

KOSTNAÐARMETING 2018
At gera ein 1.799 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi við terminali og hangari fer at kosta um 1,2 mia. kr. Kostnaðurin fyri at gera ein 2.700 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi við terminali og hangari verður umleið 2 mia. kr. Fyri at gera veg (uml. 6,4 km) út til flogvøllin er kostnaðurin 130 mió. kr. við einum árligum rakstri á 1,7 mió. kr.

Upphæddirnar eru í 2018-prísum í mió. kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo