Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Mynd: Símun Gullaksen

Í gjár var fyri aðru ferð skipað fyri Floksmannadegi í Fugloy. Sløk 100 fólk fingu eina serstaka uppliving í vøkru Hattarvík.

Har var farið niðan á Eystfelli við kønum ferðaleiðarum og tá gongufólk komu svong aftur til Hattavíkar  var fyri teimum ein sera forkunnugur døgurði. 

Okkara dugnaligi Gutti Winther við hjálparkokkum stoktu fekst lambakjøt niðurgrivið sum fornu víkingarnir gjørdu, sera væl smakkaði saman við Floksmannabryggji frá Annikku Waag. 

Andrias Sólstein og Anders Lund Madsen hugleiddu undir borðhaldinum har Hans Hjalti og Hóraldur fingu sangin at runga og síðani kom Flóvin Bænadiksston á skránna í túninum.

Dagurin endaði tignarliga í vøkru kirkjuni har Boðar tú til allar tjóðir varð sungin.

Slíkur dagur stimbrar undir okkara tjóðskaparkenslu, hetta at vera ein Tjóð við felags virðum og ríkari mentan og at gleðast um at vera Føroyingur !

Símun Gullaksen og Jastrid saman við eldsálum stóðu fyri tiltakinum sum var sera væl fyriskipað og væleydnað uppá allar mátar.

Tað er so nógv tosað um at menna útoyggjar okkara. Floksmannadagar har náttúra, mentan, kirkjan og lokal gastronomi renna saman er eitt sera stórt stig á vegnum at menna okkara útjaðarar og ikki ólíkt Eplafestivalinum heima á Sandi sum verður nú í September.

Floksmannadagur er longu á skránni fyri komandi summar.

Johan Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo