Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Havi sagt tað fyrr og vil fegin endurtaka tað. Vit eiga at hjálpa flóttafólkum og øllum neyðstøddum.

Hjálpin skal í mestan mun veitast úti á staðnum, har tey neyðstøddu eru og ikki við at taka tey til Føroya.

Føroyska samfelagið er viðbrekið, og vit kunnu veita eina nógv effektivari hjálp úti á staðnum, har peningurin strekkir fleirfalt longur.

Flóttafólkalegur eru í grannalondum við mørkini til krígsherjaði lond. 

Hesi grannalond brúka nógvan pening og nógva orku og biðja um peningaligan stuðul frá Europa. 

Her kunnu vit veruliga gera mun við at veita hjálpina á staðnum.

Soleiðis kunnu vit hjálpa 100 neyðstøddum fyri somu pengar, sum tað kostar at fáa 2  til Føroya.

Rættiliga stórur partur av teimum, sum veruliga treingja til hjálp eru í hesum flóttafólkalegunum við markið. 

Tey hava ikki orku til eina langa ferð ígjøgnum fleiri lond langt burtur.

Um vit sjálvi skuldi komið í ta neyðstøðu, at vit blivu noydd at flýggja av landinum, so vænti eg, at vit vildu farið til okkara nærmastu grannalond.

Vit høvdu neyvan ferðast um fleiri landamørk til lond langt burtur við øðrum mentanum, siðum og aðrari trúgv.

Tí ræður um at hjálpa teimum har úti, har tey ikki eru so langt heimanífrá og har tey ikki fáa tað trupult við at innorna seg.

Kjakið blívur ofta heitt og stundum ljótt, tá tað snýr seg um flóttafólk og tilflytarar úr fremmandum londum.  

Her eiga vit at vera varin, so retorikkurin ikki gerst óvirðiligur og særandi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo