Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Krutl

Ein russisk kvinna mátti fara til læknan eftir at ein klumpur hon hevði undir eyganum, fór at flyta seg runt á andlitinum, skrivar norska TV2.

Tað var New England Journal of Medicine sum fyrst hevði søguna um 32 ára gomlu russisku kvinnuna, sum í tvær vikur tók myndir av sær sjálvari av klumpinum sum flutti seg runt á andlitinum.

At byrja við lá hann undir vinstra eyganum, áðrenn hann fór á ferð.

– Fyrst sá hon ein knykil undir vinstra eyganum. Fimm dagar seinni hevði hann flutt seg yvir vinstra eyganum, og tíggju dagar seinni til yvirvørrina, skrivar Vladimir Kartashev doktari á Rostov State Medical University í Russlandi, til New England Journal og Medicine.

Tá ið kvinnan fór til læknan, vístri tað seg at tað var ein ormur sum livdi undir húðini, skrivar TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo