List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nevndin í Áhugafelagnum fyri Kaldbaksfjørð hevur umrøtt asfaltverkið á Sundi í sambandi við umhvørvi, í sambandi við at leigusáttmálin skal fara úr gildi í 2024, og í sambandi við aktuellu støðuna.

Áhugafelagið fyri Kaldbaksfjørð er hart ímóti, at eitt asfaltverk er á Sundi, tí staðsetingin kann ikki góðtakast úr einum umhvørvisligum sjónarhorni.

Í reglunum at leggja ídnaðarvirki í Danmark staðfestir ”Skov- og naturstyrelsen”, at eitt minni asfaltverk er í virkisbólki 6, sum krevur, at stytsti fjarleiki til bygt øki er 300 metrar. Fyri eitt størri asfaltverk er kravið, at fjarleikin til bygt er øki er 700 metrar.

Ávirkanin á umhvørvið eru hesar:

Støj

Tung trafik, knusning, opvarmning og anden behandling af sten og genbrugsasfalt.

Luft

Støv med PAH-forbindelser fra blandeprocessen. Røggasser med f.eks. svovldioxid og nitrøse gasser fra opvarmningen af stenmaterialer. Lugtudslip fra siloer og opbevaring.

Spildevand

Rengøring og perkolat fra oplag af genbrugsasfalt. Der bør være kloakering til afledning af begge vandtyper.

Jord & grundvand

Risiko for forurening ved håndtering af bitumen og asfalt med tjære.

Leinkja til vegleiðingina hjá Skov- og Naturstyrelsen: trýst her

50 metrar út bygdum øki
Asfaltverkið á Sundi er minni enn 50 metrar frá garðinum á Sundi, har húskið dagliga hevur merkt neiligu avleiðingarnar frá asfaltframleiðsluni.

Harafturat liggur verkið – toppurin á skorsteininum íroknaður – beint niðan fyri Kaldbaksfjarðarvegin, landsvegurin sum hevur mestu ferðsluna í landinum. Øll á hesum vegi skulu koyra gjøgnum royk og bitlar frá asfaltverkinum.

Hinumegin fjørðin – um 850 metrar frá asfaltverkinum – liggur býlingurin á Fløtum í Kaldbak. Eisini hann liggur oman fyri toppin á skorteininum á asfaltverkinum og fólk í Kaldbak merkja eisini neiligu avleiðingarnar frá asfaltverkinum.

Tá asfaltverkið skuldi reisast á Sundi, fekk Sundsgarður málið til hoyringar. Jákup Bærentsen, bóndi og biologur, útvegaði sær nógv tilfar um asfalt og virksemi á einum asfaltverki. Hann mótmælti ætlanini og var á fundi við Tórshavnar kommunu og landsmyndugleikar, men tað var sum at sletta vatn á gás.

Kaldbaksnevndin fekk ikki málið til viðgerðar, áðrenn asfaltverkið varð sett upp. Tórshavnar komuna hevur seinri víst á, at nevndin ár frammanundan hevði góðtikið nakrar økisbroytingar, sum seinri vístu seg at heimila dálkandi virksemi.

Grønt vinnuøki
Tá Tórshavnar kommuna - ímóti fólkaviljanum við Kaldbaksfjørð - framdi í verki ætlanina at leggja eitt stórt grótkast eystan fyri Sundsá í 2017, legði talskvinnan hjá býráðnum dent á, at kommunan hevði eina ætlan um at gera eitt ”grønt vinnuøki”.

Hvørki tá ella nú er henda grøna ætlanin hjá býráðnum í samljóð við tann veruleika at hava eitt asfaltverk í økinum.

Áhugafelagið fyri Kaldbakfjørð heitir við hesum á Tórshavnar kommunu um at forða fyri, at virksemið á asfaltverkinum verður tikið upp aftur, ella at eitt nýtt asfaltverk verður reist á Sundi, soleiðis Tórshavnar kommuna kann lúka ætlan sína um eitt grønt vinnuøki.

Hetta kann Tórshavnar kommuna eisini gera við ikki at endurnýggja leigusáttmálan, sum skuldi fara út gildi í 2024.

Í orðaskiftinum um dagarnar er nevnt, at tað hevur ávísan týdning, at eitt asfaltverk liggur nærhendis sjóflutningsmøguleikum. Á Glyvusnesi er stórt hol sprongt, sum væl kann hýsa einum asfaltverki. Fjarleikin til bygt øki er stórur og asfaltverki er einki lýti í náttúruni. Harafturat er ein spunskei við Gulan, sum lættliga kann bøtast at taka ímóti gróti regluliga.

Í Kaldbak 31.10.2019
Vegna Áhugafelagið fyri Kaldbaksfjørð
Teitur í Sjúrðargarði, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo