Tað gjørdist Fleyr kvinnurnar, sum tóku fyrsta stikkið í kvinnufinaluni í flogbólti í dag, tá tær vunnu 3-1 á Drátti.
Fyrsta settið gjørdist tað mest spennandi, tí liðini fylgdust meginpartin av settinum, men móti endanum dróg Fleyr frá, og vann settið 25-20.
Næsta settið kom Fleyr á odda 8-0, áðrenn Dráttur kom stigatalvuna, men Fleyr-liðið helt stiman allan vegin, og vann settið 25 – 10.
Men í 3. setti stóð tað Dráttur á øllum bóltunum, og vann Dráttur hetta settið uppiborið 25-13.
4. settið var aftur uppvísing av Fleyr, sum vann heili 25-13, uttan at Dráttur megnaði at svara aftur.
Fleyr hevur sostatt vunnið fyrsta dystin 3-1, og harvið eitt bein í FM-heiðurmerkjunum.
Kravið til Drátt er nú at tær vinna dystin leygardagin, um steypið ikki skal fara til Havnar.
Seinnu finalurnar verða leiktar soleiðis: | |||||
Leygardagur 26. mars: | |||||
13,30 | Menn | SÍ | Fleyr | ||
15,30 | Kvinnur | Dráttur | Fleyr |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo