Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Flogbóltsfinala - menn: Sjálvt um fuglfirðingar vóru stórfavorittar til at vinna, var tað um reppið, at Mjølnir fór við øllum í fyrru finaluni. Tað hevur við sær, at leikandi venjarin hjá Mjølnir trýr uppá sigur í dag

 - Vit komu øgiliga væl aftur íaftur eftir, at ÍF hevði lagt seg klárt á odda í fyrru finaluni, og tað hevur givið okkum trúnna uppá, at vit kunnu vinna í dag.

Tað sigur Stefan Rosenlund Olsen, sum er leikandi venjari hjá Mjølnir, undan seinnu mansfinaluni móti ÍF, sum verður í Stórhøllini á Hálsi seinnapartin í dag.

Fyrra finalan endaði 3-2 til ÍF og gongdin í tí dystinum var, at ÍF vann tryggan sigur í teimum báðum fyrstu settunum, 25-20 og 25-18, men so kom Mjølnir aftur íaftur og vann líka trygt tey bæði næstu settini, 25-20 og 25-20. Seinasta settið endaði 15-12 til ÍF, sum tí livdi upp til favorittleiklutin undan finalunum.

Men gongdin í dystinum ger, at leikandi venjarin hjá Mjølnir sær góðar møguleikar fyri, at hansara lið kann vinna í dag. Tað er eisini neyðugt, um Mjølnir skal gera sær nakrar vónir um at vinna meistaraheitið. Tí tað verður avgjørt í dag. Alt samalt.

- Tað eru nokk eini seks ár síðan Mjølnir var í finaluni, tí er hetta gott fyri felagið. Og sjálvt um vit vita, at ÍF er favorittur, fara vit sjálvandi eftir øllum. Eisini hóast vit taptu tann fyrra dystin, sigur Stefan Rosenlund Olsen.

Mjølnir hevur klárað seg rættiliga væl í kappingini í ár. Liðið varð styrkt í mun til undanfarin ár, m.a. tí Thorvald Danielsen og Dávid Hentze komu til felagið, og saman við hinum leikarunum hava teir havt eitt frálíkt kappingarár.

- Tað hevur gingið væl, ja. Fram móti endanum mistu vit eitt sindur, tí vit fingu nakrar skaðar, men nú eru allir menn tøkir aftur, og tí eru vit klárir til at gera tað vit skulu fyri at vinna, sigur hann.

Hann er sera fegin um stuðulin frá áskoðarunum til fyrra dystin, og hann vónar, at nógvir áskoðarar koma við til seinnu finaluna í dag.

- Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, at vit hava okkara góðu áskoðarar við okkum. Tí vóna vit, at teir møta manssterkir í Stórhøllini seinnapartin, sigur Stefan Rosenlund Olsen.

Seinnu finalurnar vera spældar seinnapartin. Tað byrjar við kvinnudystinum millum Fleyr og KÍF klokkan 13.30, og klokkan 16.00 fara mansliðini hjá ÍF og Mjølnir undir sín dyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo