Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Tað gjørdist Fleyr sum var omaná í fyrstu finaluni í dag, tá tær vunnu 3-2 á SÍ í eini sera spennandi finalu, har 5. og seinasta settið endaði 21-19.

Hini 4 settini endaðu 23-25, 25-20, 28-30 og 25-23.

Samanumtikið ein sera spennandi finala har endaliga úrslitið í mun til FM ikki er avgjørt enn, tí við grundalagið í dystinum í dag kann alt henda leygardagn klokkan 17,00.

Beinleiðis frásøgn og stroyming
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystunum; umvegis internetið á www.midlar.fo ella í útvarpslurtinum á FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 94,8;  FM 95,5 og FM 98,7.

KVF hevur beinleiðis stroyming: https://kvf.fo/live/2

Dystirnir verða leiktir soleiðis skírhósdag og páskaaftan (leygardagin):

Skírhósdag:

16:45 Fleyr - Mjølnir, menn

Páskaaftan (leygardagin)

15:00 Mjølnir - Fleyr, menn
17:00 Fleyr - SÍ, kvinnur

Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt leygardagin við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo