Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope
Innlendis ítróttur

Seinnu FM-finalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða í Høllini á Hálsi í dag.

13,30: Fleyr – KÍF

16,00: ÍF - Mjølnir

Fleyr vann fyrri finaluna 3-0 ímóti KÍF, meðan ÍF vann 3-2 á Mjølni í eini tættari uppgerð, har 5. settið endaði 15-12.

Kravið hjá KÍF og Mjølni er tí ein sigur í dystinum í dag, um FM-heitið skal til Kollafjarðar ella Klaksvíkar.

Um tapandi liðini frá fyrru finalunum vinna, so verður leikt eitt gylt sett upp í 15 – tann, sum vinnur hetta settið, verður Føroyameistari 2018.

Rás 2 útvarpar beinleiðis frá finalunum, meðan KVF stroymar báðar dystirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo