Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

FNÚ skal hava stóra tøkk fyri samkomuna í Perluni har sera áhugaverdi og hugtakandi íslendski umhvørvis-aktivisturin og skaldið Andri Snær Magnason legði fram.

Tað var sera ræðandi at hoyra hvussu stórt árin íslendski almuminiumsidnaðurin hevur á íslendsku náttúruna og hvar ætlanin við enn fleiri aluminiumsvirkjum vildi tikið meginpartin av íslendsku áunum!

Rávøruna til aluminium fær franska felagið – sum eigur virkini í Íslandi – úr fátæka Jamaica.

Felagið hevur ikki enn rindað nakran skatt í Íslandi hóast tað livir av tilfeinginum hjá øllum íslendarum.

Til alla lukku eru hesar ætlanir um fleiri virkir tálmaðar.

Andri gjørdi vart við hvussu ófatuliga nógvar aluminiumdósir verða burturbeindar á hvørjum ári til onga nyttu og hann gjørdi vart við hesa óhugnaligu ringrás við at ræna Jamaica og Islendsku náttúruna.

Tað hevur verið tosað nogv um ein elkaðal úr Íslandi til Europa via Føroyar. Til alla lukku er eisini henda ætlan støðgað. Varð hon veruleiki vildi flestu áir í Islandi verði tiknar til byrgingar at framleiða hesa orku.

Stuttligt var at hoyra Andri siga frá ommu sinari sum var fyrsti kvinnan í Íslandi sum hevði flugviprógv og hon gjørdi ma., nógvar kanningar av Vatnajøkul. Hann segði frá gubbanum sum frá barsbeini av var hugtikin av krokodillum.

Gubbin  gjørdist ein av heimsins førandi krokodillu-serfrøðingum og var við at bjarga krokodillustovnin i Amazon ánni.

Andri vil við hesum dømum vísa á, at hevur tú eina visjón og eina sannføring, so ber tað tær til at gera hana til veruleika um tú persónliga torir.

Saman við Andri hava vit føroyingar felags visjónina um at bjarga og verja íslendsku og føroysku náttúruna móti eirindarleysari og destruktivari kapitalismu.

Andri nevndi eisini samstarvið við Orra Vigfusson sála, føroyavinin og maðurin sum bjargaði laksinum í íslendsku áunum.

So varð orðið frítt, og Andri var spurdur hvat hann helt um Føroyar og okkara náttúruvernd.

Hann segði hvussu djúpt skelkaður hann var at síggja hvussu gýtingaráin og umhvørvi hjá sjósílum Uppi Á Sundi í hesum tímum veður oyðilagt!

Oyðilagt av fólki sum vit hava valt til at verja Havnina og okkara umhvørvi.

Skommin er okkara!

Johan Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo