Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tað dámdi ikki bretsku reality stjørnuni Rykard Jenkins at viðhaldsfólk hjá Donald Trump, sum fyrireika seg til næsta forsetavalið, høvdu brúkt eina mynd av sær, har tey høvdu broytt kaskettina, so tað sá út sum hann stuðlar Donald Trump.

Netmiðilin The Hill skrivar, at tað kom púra óvart á Rykard Jenkins, sum millum annað er kendur frá sjónvarpsrøðini "Love Island" at hann nú knappliga rak fyri Donald Trump. Hann gjørdi ikki matari enn at leggja myndina út á sín Twitter vanga, har hann fekk yvir 65.000 likes 18.000 retweets. Og alt uppmerksemið brúkti hann so til at biðja fólk mótmæla føroyska grindadrápinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo