Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Lesarin skrivar

Jóan Pauli Joensen á Facebook: Í einum lítlum samfelag sum Føroya eru tað ikki so nógv ljós, sum brenna undir lonini, og tí eiga vit at geva okkum far um tey, sum lýsa bjart.

Teir tankar sum Jóhan Mortensen í morgun í útvarpinum gjørdi sær um Føroya Banka eru genialir og lurta eigur at vera eftir teimum tí, har er veruliga skil í.

Vit eiga á Føroya Banka eitt tilfeingi, sum í einum gastronomiskum heimshøpi kann koma at verða okkum ein gylt høna, sum verpur okkum gullegg so tað forslær, um farið verður rætt fram, ikki minst nú Føroyar eru komnar á tað gastronomiska landkorti við teimum báðum Michelin stjørnunum, sum lætnar eru KOKS.

Tað ræður um fáa tað rætta gullvirði burtur úr tíð gullnámi sum vit hava á Føroya Banka eins og russar fáa gull burtur úr rognunum - kaviarinum - hjá styrjanum.

At tilfeingið á Føroya Banka skuldi komi at verða útflutt sum onnur bulk-vøra vildi verið bæði synd og skomm. Jóhan Mortensen er bara genialur í síni hugsan og fatan. Latum okkum vóna at restin av Føroyum eisini fatar boðskapin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo