Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

FT Samskifti: Sunnudagin 10. mars verður 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum leikt, og loksins kunnu vit aftur gleðast um at síggja menn sum Adrian Justinussen, Klæmint Andrasson Olsen og Árna Frederiksberg á einum fótbóltsvølli nærum hvørt vikuskifti.

Á appini Sona er tippikapping sparkað í gongd, har tað ber til at tippa hvørt umfar í Betri Deildini hjá monnum. Tipparin, sum hevur tippað flestar dystir rætt, tá 27. og síðsta umfar er leikt í oktober, strýkur avstað við høvuðsvinninginum, sum er ein flogferð fyri tvey til New York á virði 25.000 krónur.

Harumframt fer Sona at burturluta vinningar, eftir at hvørt umfar er leikt. Hepnu vinnararnir av hesum vinningunum verða funnir í lutakasti millum øll, sum tippa. Í fyrsta umfari er vinningurin einir Apple AirPods á virði 1.495 krónur frá Føroya Tele.

Tað ber til at lesa meira um tippikappingina á appini og inni á Facebooksíðuni hjá Sona.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo