At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Fótbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum. Áhugin fyri fótbólti veksur ár um ár og nógvir føroyskir ungdómar hava ein dreym um at gerast yrkisfótbóltsleikarar bæði í Føroyum og uttanlands.

Í Evropeiskum fótbólti verða flestu grundarsteinarnir undir eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikari lagdir í fótbóltsakademium. Og nú verður Føroya fyrsta fótbóltsakademi Fótbóltsakademi Føroya (á enskum: Faroe Islands’ Football Academy) stovnað í Vági.

Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er berandi innihaldið í skúlanum.

Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsleikarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikarar. Fótbóltsakademi verða vanliga skipaði fyri ungar leikarar, og er skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii.

Fótbóltsakademi Føroya er eitt tilboð til dreingir og gentur í aldursbólkunum 9. og 10. floksaldri og í miðnámsskúlaaldri – eitt tilboð til aldursbólkarnir U15 til og við U21.

Kjarnin í Fótbóltsakademi Føroya er eitt heildartilboð til leikaran, har ein menning av tí einstaka sum fótbóltsleikara og menniskja er í hásæti – og er av somu orsøk talan um eitt tilboð sum fevnir um bæði fótbóltsvenjing og skúlagongd.

Fótbóltsakademi Føroya er skipað í samstarvi millum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy.

Fótbóltsakademiið er ein uppstigan av fótbóltslinjuni, sum hevur verið á Ítróttaháskúlanum, og bygt verður eisini á royndirnar, sum vórðu gjørdar í samstarvinum millum Ítróttaháskúlan og VB í hondbólti.

Leikarar á Fótbóltsakademinum koma sostatt at fevna um bæði næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og um næmingar, sum ganga í fólkaskúla í Suðuroynni ella á Miðnámsskúla í Suðuroynni.

Leikarar úr øðrum pørtum av landinum ella uttanlands eru vælkomnir á Fótbóltsakademi Føroya – og tilber at fáa meiri at vita um Fótbóltsakademi Føroya hjá Guðmundi Joensen, leiðara á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum venjaratoymi. Annar av venjarunum er Jón Pauli Olsen, sum hevur A-venjara útbúgving, hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í næstum verður søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo